Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum skal í komandi viku í eldin í HM-undankapping í Sveis.
Sum liður í fyrireikingunum spæla Føroyar hetta vikuskifti tveir venjingardystir í Íslandi. Íslendska landsliðið skal eisini spæla HM-undankapping.
Føroyska liðið vísti av álvara tenn í Reykjavík í dag, og vann við heili átta málum. Fyrri hálvleikur var javnur, men tær á føroyska liðnum vóru nærlagdar og ágýtnar og á odda 12-9, tá liðini fóru at hvíla seg.
Munurin bara øktist í 2. hálvleiki, og Føroyar lótu bara 17 mál inn ímóti grannunum fyri vestan. Hetta var takkað góðum og ágangdi verjupælið og einari vælleikandi Viviann Petersen í føroyska málinum. Málverjin hjá VÍF hevur áður spælt í Íslandi. Generelt var føroyska liðið omaná, og harvið fekk íslendingurin, Águst Jóhansson, eina góða byrjan sum føroyskur landsliðsvenjari.
Føroyar og Ísland spæla aftur í morgin klokkan 16.00.
Ísland - Føroyar 17-25 (9-12)
Toppskjútti: Kristianna Henneberg Joensen, 6 mál
Hondbóltur
Føroyar vunnu greitt í venjingardysti í Reykjavík
Ísland fekk toyggið seinnapartin, tá føroysku kvinnurnar veruliga høvdu munin.
Kristianna Henneberg Joensen gjørdist føroykur toppskjútti í Reykjavík í dag (Mynd: Sverri Egholm)
2018-11-24 19:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald