10. umfar í OBOS-ligaen, næstbestu norsku deildini, varð spælt í gjár, og eftir tað er greitt, at felagið við føroyska venjaranum og teimum báðum føroysku landsliðsspælarunum er nýtt oddalið.
Fredrikstad basti botnliðnum Åsane á heimavølli. Rikki Alba legði næstan beinanvegin heimaliðið á odda, eftir at man vann bóltin høgt. Síðani stóð Fredrikstad ímóti í næstan 85 minuttir, har málverjin hevði nakrar stórbjargingar, men í 87. minutti kom fjórða málið í ár ímóti Fredrikstad. So var 1-1, men í yvirtíðini stútaði innskifti áleyparin Henrik Johansen bóltin í málið hjá Åsane, og so kundu teir í hvítum og reyðum fegnast.
Jóannes Bjartalíð spældi 89 minuttir og fekk eitt gult kort. Eftir at 26-ára gamli klaksvíkingurin er komin aftur frá skaða, hevur hann verið fastur maður, og tað hevði verið óvæntað, um Bjartalíð ikki var ímillum nevndu nøvnini, tá landsliðið til undankappingardystirnar í juni í næstu viku verður úttikið. Brandur Hendriksson er nú komin í gongd aftur - í gjár sat hann tó á bonkinum allar 90 minuttirnar. Spurningurin er, um skálvíkingurin verður aftur at síggja á A-landsliðnum nú.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen er ósigrað higartil og liggur nú á 1. plássinum - einum av teimum báðum plássunum, ið geva beinleiðis uppflyting til Eliteserien. Har hevur Fredrikstad ikki verið síðani 2012. Tað er tó ógvuliga tætt millum fremstu sjey liðini.
Jóannes Bjartalíð er nú av álvara komin í gongd við at spæla fast í Noreg (Mynd: Sverri Egholm)
Mikkjal Thomassen, Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson hava higartil havt eitt gott kappingarár í tøttu deildini (Mynd: Bjarni Enghamar)
Sandnes Ulf vann í gjár 3-1 á útivølli móti Mjøndalen, ið skanar krossbandsskadda Meinhard Egilsson Olsen. Við sigrinum kom Sandnes upp á 13 stig og 8. plássi. U21-landsliðsspælarin Gullbrandur Øregaard kom á vøllin í 78. minutti. Hann hevur havt ávísar skaðatrupulleikar í ár.
FK Bryne er í løtuni í niðurflytingarstríði. Í gjár tapti liðið 0-1 fyri KFUM Oslo á heimavølli. Rógvi Baldvinsson spældi 80 minuttir í miðverjuni - Noah Mneney kom inn á miðvøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá støðan var 0-1. Bryne er nummar 13 av teimum 16 liðunum og hevur 10 stig.
Fult umfar í næstbestu norsku deildini er aftur sunnudagin 4. juni.
Fótbóltur
Føroyingafelagið Fredrikstad er nú oddalið
Avgerandi málið móti Åsane í gjár kom í yvirtíðini - Jóannes Bjartalíð spældi næstan fullan dyst. Sandnes Ulf og Gullbrandur Øregaard flyta seg eisini upp eftir stigatalvuni.
Stórur fagnaður á Fredrikstad-spælarunum tíðliga og heilt seint í dystinum
2023-05-30 10:56
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald