Fótbóltur

Føroyingafinala í Íslandi leygardagin

Gunnar Vatnhamar og favorittarnir úr Víkingi Reykjavík skulu dystast við Jóan Símun Edmundsson, Pætur Petersen og teir av Akureyri.

Víkingur fer at vinna íslendska meistaraheitið og vann steypakappingina í fjør og í 2021. Jóan Símun og hinir í KA skulu bjóða Gunnari og teimum av í finaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur fer at vinna íslendska meistaraheitið og vann steypakappingina í fjør og í 2021. Jóan Símun og hinir í KA skulu bjóða Gunnari og teimum av í finaluni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-13 10:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í eina viku vóru teir saman í føroysku landsliðsleguni - nú fyreika teir seg til brak móti hvørjum øðrum.

Í viðtalu við Portalin í Póllandi fyri viku síðani helt Gunnar Vatnhamar skemtandi fyri, at hann kanska fór at geva Jóan Símuni Edmundsson og Pæturi Petersen eitt lítið spark til venjing sum eina heilsan.

Tað eru Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík, sum eru favorittar. Liðið úr høvuðsstaðnum verjir eisini heitið. Víkingur hevur vunnið steypakappingina tvey ár á rað. Eisini og í 2019 og í 1971 kundi Víkingur Reykjavík fegnast um steypagull.

[object Object]
Pætur Petersen skoraði í longdu leiktíðini í hálvfinaluni móti Breiðablik (Mynd: Sverri Egholm)

KA hevur ongantíð vunnið íslendsku steypakappingina. Síðst liðið av Akureyri var í finaluni var í 2004. Tá endaði tað fyri triðju ferð í søgu felagsins við tapi í steypafinaluni, men í summar var Pætur Petersen við at geva liðnum møguleikan at vinna "Mjólkurbikarinn", tá skálvíkingurin skoraði í dramatiskari hálvfinalu móti Klæminti Olsen og Breiðablik.

Síðani er Jóan Símun Edmundsson komin til felagið, og leygardagin klokkan 17 spælir hann um steyp á Laugardalsvøllinum. KA endaði í niðara bólkinum til endaspælið í landskappingini - Víkingur Reykjavík fer helst at avgera meistaraheitið í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder