Annað

Føroyingar fara til Danmark at kappast í jiu-jitsu

Fimm íðkarar fara til stóra altjóða kappingina Danish Open Jiu-Jitsu.

2023-04-18 12:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan stríðsítróttin brasilianskt jiu-jitsu kom til Føroyar, fer eitt lið av føroyingum av landinum at kappast.

Brazilianskt jiu-jitsu, sum hevur sín uppruna í japanskum jiu-jitsu og judo, byrjaði í Føroyum í 2015.

Í 2022 var jiu-jitsu við á Føroyaleikum fyri fyrstu ferð. Hetta hevur givið felagnum blóð upp á tonna til víðari kappingar.

22. og 23. apríl verður árliga Danish Open Jiu-Jitsu kappingin í Hillerød. Tá fara fimm íðkarar úr Føroyum til Danmarkar at luttaka. Hesir íðkarar umboða báðar jiu-jitsu skúlarnar í Føroyum, sum eru Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar.

Yvir túsund tilmeldingar eru úr umleið 50 londum til hesa kappingina. Eitt av hesum eru Føroyar, sum er tað landið, sum hevur flest tilmeldingar pr. íbúgva.

Brazilianskt jiu-jitsu er ein ítrótt, sum fyrst og fremst leggur dent á sjálvverju, men er eisini ein støðugt vaksandi ítróttamentan. Í einum jiu-jitsu dysti fær ein stig fyri at koma í ávísar dominerandi støður. Tann sum hevur flest stig, tá ið tíðin er farin, vinnur. Ein kann eisini vinna við at fáa mótstøðufólkið at geva upp, t.d. við at gera armlás ella kvalaratak o.s.fr.

Hóast braziliankst jiu-jitsu er ein nýggj ítrótt í Føroyum, so hevur felagið verið sera aktivt, m.a. skipaðu Brazilian Jiu-Jitsu Globetrotters fyri einari altjóða brazilianksari jiu-jitsu legu í 2022, har 130 fólk frá øllum heiminum komu til Føroyar fyri at luttaka. Umframt hetta er Tórshavn Brazilian jiu-jitsu eisini vorði ein partur av samstarvinum "ABC fyri sálarliga heilsu".

Tey fimm, sum fara til Danmarkar at kappast, eru: Áron Joensen, Bjartur Bernhardson Thomsen, Djóni Strømsten, Eliane Campos Klein og Levi Jakobsen. Øll umboða Tórshavn Brasilian Jiu-Jitsu, Djóni Strømsten umboðar eisini BJJ Vágar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder