Leygardagin 23. juli fara føroysku fótbóltsfeløgini í Aarhus og Aalborg at spæla vinardyst á Niðara vølli í Gundadali. Dysturin byrjar klokkan 13, og tað verða FSF-góðkendir dómarar, sum døma.
Vónað verður, at fleiri koma í Gundadal at hyggja, tí hetta ger tað bæði stuttligari, men eisini meira spennandi
Feløgini bæði virka fyri føroyingar, sum flyta niður til Danmarkar í eitt nú í lestrarørindum.
- Byrjanin í Danmark kann tykjast trupul, ein byrjar uppá okkurt nýtt, man kennir ikki nógv fólk, og hevur nógv nýggj ting at fyrihalda seg til, ein nýggj mentan, eitt annað mál v.m. Her eru føroyingafeløgini og fótbóltsfeløgini ein stór hjálp. Tað er heimligari í millum føroyingar, og vit virka fyri samanhaldið, siga feløgini.
Umframt gott undirhald, so er tiltakið eitt gott høvi hjá fólki, ið ætla sær niður aftaná summarfrítíðina, at læra okkum at kenna, siga FF Klettar og Fintan.
Fintan í Aalborg er lið undir KB81, og er stovnað í fjørsummar. 70 limir eru, og Fintan hevur tvey 11-mans lið, eitt í seriu 4 og eitt í seriu 5, umframt eitt 7-mans kvinnulið.
FF Klettar í Aarhus er stovnað í 2013. Tá felagið hevði størst virksemi vóru 43 limir deildir út á trý lið. Nú eru umleið 20 limir og bara menn.
Dysturin millum føroyingaliðini verður á Niðara vølli í Gundadali leygardagin klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald