Fan Village-økið í Westfalenhalle verður í kvøld karmur um upphitingina hjá føroysku fjepparunum, sum eru í Dortmund og fylgja Føroyum í miðumfarinum til HM.
Dysturin móti Týsklandi byrjar klokkan 19:30, og føroysku fjeppararnir savnast longu klokkan 17. Klokkan 18 lokala tíð. Føroyingar fáa eitt serstakt øki á staðnum, siga stuðlarnir sum skipa fyri.
Andlitsmáling, tónleikur, matur og okkurt drekkandi verður.
Fyriskiparar viðmæla øllum at møta í góðari tíð, tí upp ímóti 100.000 fólk vera í økinum har í kvøld.
Fótbóltsliðið Borussia Dortmund spælir fyri útseldum Wesfalenstadion klokkan 21, og tað eru altso 81.000 fólk sum rúmast har. Hetta er nærhendis Westfalenhallen, har okkara spæla hondbóltsdyst móti vertstjóðini. Westfalenhallen tekur áleið 11.000 áskoðarar.
Einir 50 føroyskir áskoðarar vera væntandi til teir tríggjar dystirnar í miðumfarinum hesa vikuna.
Les eisini: 200 tódnar niður í 50
--
Sí samrøðu við Súnu Krossteig Hansen, sum kemur eitt sindur inn á, hvussu týskarar spæla í álopinum
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald