Hondbóltur

Føroyingar mistu stóra leiðslu

Føra við einum máli í hálvleikinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-12 17:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

11-10 til Føroyar er støðan í hálvleikinum í spennandi dystinum millum Føroyar og Luksemburg í d’Coque høllini í Luksemburg býi.

Tað er alt annað enn eitt góðkent úrslit, tí ein yvirgang førdi eitt vælleikandi føroyskt lið við fimm málum.

Vit fingu eina sera góða byrjan. Við kontantum verjuspæli og kvikum kontraspæli eydnaðist tað føroyska liðnum at leggja seg langt fram um luksemburgska liðið, sum kom sera illa frá dystarbyrjan og misti fleiri bóltar, sum vit kundu gera okkum dælt av.

Men tá um 20 minuttir vóru farnir, steðgaði føroyska liðið upp. Vit komu í eina skoringarkreppu, og Luksemburg nærkaðist okkara.

Og tá bulmikli málverjin hjá Luksemburg knappliga fór at taka fleiri royndir frá føroyingunum, var tað sum um Luksemburg fekk tamarhald á dystinum.

Luksemburg skjeyt fýra mál í teimum síðstu minuttunum av fyrra hálvleiki uttan at Føroyar fekk nakað mál. Tvey av luksemburgsku málunum vórðu sett í tómt mál, tí vit høvdu tikið málverjan út.

Tað skal rættilig vend í dystin, um Luksemburg ikki skal yvirtaka leiðsluna í øðrum hálvleiki.

Les eisini: Hvalamótmæli í hondbóltshøllini 

Málskjúttar:
Teis Horn Rasmussen 2
Kjartan Johansen 2
Hilmar Leon Jakobsen 2
Niklas Selvig 2
Rókur Akralíð 1
Brandur Halgirsson 1
Jónas Gunnarson Djurhuus 1

Bjarginar: Nicholas Satchwell 3/8
                Tóraldur Kollsker 1/5
 Eingin málverji í málinum til tvey av málinum hjá Lukseburg

Útvísingar:
Rókur 1
Helgi 1
Brandur 1

Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 5-2
15 min: 8-3
20 min: 9-5
25 min: 11-6

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder