Hondbóltur

Føroyingar toppskjúttar tá Stjarnan tók enn eitt fet móti at tryggja sær sæti

Inga Maria Roysdóttir skoraði tíggju mál í seinna røkkstøkk-dystinum í fyrsta umfari, har spælt verður um pláss í bestu íslendsku deildini - Natasja Hammer skoraði tíggju mál í fyrra dystinum móti FH.

2026-04-02 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

22. mars vóru Inga Maria Roysdóttir og Natasja Hammer við at syrgja fyri, at Stjarnan ikki flutti beinleiðis niður úr fremstu íslendsku deildini.

Hetta varð framt á dramatiskan hátt - nærum í seinasta sekundi - við føroyskum máli, og hevði dysturin eisini føroyskan toppskjútta. 

Sí eisini: Inga Maria og Natasja bjargaðu Stjarnuni frá niðurflyting í Íslandi

Tað var tó ikki púra sloppið hjá Stjarnuni, sum sunnudagin og í gjárkvøldið hevur spælt røkkstøkk-dystirnar (play-off) í 1. umfari móti liði úr næstbestu deildini.

Her var eingin ivi: Heimadystin móti FH vann Stjarnan 27-18, og í gjár vann føroyingafelagið 35-21 á Hafnafjørðinum.

Í fyrra dystinum skeyt Natasja Hammer 10 mál og varð toppskjútti. Í gjár skoraði vinstri bakkurin, sum hevur verið stóri álopsprofilurin hjá Stjarnuni, fýra mál - og Inga Maria Roysdóttir gjørdist toppskjútti. Hon skoraði tíggju ferðir í stórsigrinum, sum var enn eitt fet móti endaliga at vissa Stjarnuni sæti í bestu íslendsku deildini til 2026/2027.

Tað væntar tó framvegis eitt umfar í hjá Ingu Mariu, Natasju og hinum. Her skal Stjarnarn spæla ímóti Grótta. Hesir dystirnir verða spældir seinni í apríl - eftir landsliðssteðgin í næstu viku, har Føroyar fyrst spæla avgerandi dyst móti Íslandi.

Natasja Hammer er úttikin aftur. Inga Maria Roysdóttir hevur, hóast eitt gott kappingarár í Íslandi, ikki spælt á A-landsliðnum í beint yvir tvey ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder