Farna vikuskifti spældu allir badmintonleikararnir, sum búgva í Danmark, sera týdningarmiklar liðdystir við sínum feløgum.
Miriam í Grótinum, Rúni Øster, Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini spæla øll við Københavns Badminton Klub, KBK. Magnus Dal-Christiansen spælir við Drive Badmintonklub á Frederiksberg.
Liðið hjá Miriam í Grótinum og Rúna Øster vann 10-3 móti Hvidovre 3. Og liggja tey í á einum fyrsta plássi – fimm stig framman fyri nummar tvey, sum tey skulu spæla ímóti 15. november.
Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini
Liðið hjá Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini vann eisini sín liðdyst. Teir spældu móti Hvidovre 4. Úrslitið av liðdystinum gjørdist 8-5. Liðið hjá teimum er greitt á odda aftaná fyrstu liðdystirnar.
Liðið hjá Magnusi Dal-Christiansen tapti sín liðdyst, tó vann Magnus sínar tveir dystir. Liðið liggur á einum 3. plássi.
Næsta umfar í liðdystunum hjá leikarunum, sum búgva og spæla í Danmark, verður 15. november.
Magnus Dal-Christiansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald