Seinast fingu føroysku hondbóltsmenninir ein frálíkan javnleik í Montenegro, áðrenn Danmark narkar dagar seinni setti liðið hjá Sonna Larsen uppá pláss á føroyska heimavøllinum í Skjern. Talan var um fyrstu uppgávurnar í EM-undankappngini.
Síðani oktober er Danmark vorðin heimsmeistari. Seinastu mánaðirnar hevur landskapping og steypakapping verið á skránni í Føroyum og allarflestu útisetarnir hava verið íblandaðir í uppflytingar og niðurflytingarstríð. Hópurin hevur tó fyrireika seg til komandi landsliðsuppgávurnar, tá pláss hevur verið fyri tí, og arbeitt hevur verið við menningini.
Uppgávan í morgin er Ukreina, ið seinast var til eitt endaspæl í 2010. Tað var talan um EM, og ukreinar sikta aftur eftir tí hesuferð. Liðið tapti við seks málum í Danmark í 1. umfarinum, men vann síðani fimm-máls sigur á Montenegro. Við tí sigrinum, og javnleikinum hjá Føroyum og Montenegro, liggur Ukreina væl fyri til at enda nummar tvey í løtuni. Fýra teir bestu tveyararnir í undankappingini koma víðari.
Til at røkka sínum málið, er ein sigur á Føroyum í morgin eitt krav. Ukreina vann trygt, tá ið liðini hittust í Italia í HM-undankapping í janaur í fjør, og er stórfavorittur í Kiev í morgin. Føroyingarnir fara tó at gera alt, sum teir kunna, fyri at leypa hvøkk á.
Dysturin í morgin byrjar klokkan 17.00.
Hondbóltur
Føroyingarnir fyrireika seg í Kiev
Í morgin skulu Føroyar í eldin móti Ukreina í EM-undankappingini.
Í seinasta undankappingardysti hittu Kjartan og hinir Mikkel Hansen og co. í Skejrn (Mynd: Sverri Egholm)
2019-04-09 17:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald