Ystads, Svøríki (Portalurin) - Fyri stuttum vóru tað Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún, ið stóðu fyri meginpartin av føroysku málunum, tá Føroyar bastu Ukraina við sjey málum og harvið tóku avgerandi fet ímóti EM-endaspælinum. Nakrar dagar seinni var plássið í Týsklandi bókað.
Nú stríðast hoyvíkingarnir fyri at koma í SM-finalurnar, og í kvøld tóku teir og liðfelagirnir úr Sävehof eitt stórt fet, tá onnur hálvfinalan varð spæld í Ystads Arena
IK Sävehof vann fyrstu finaluna við fimm málum í Partille. Tá var Elias á Skipagøtu, sambært svenskum miðlum og felagi sínum, gandakendur. 20-ára gamli spælskiparin gjørdist tá greiður toppskjútti við tólv málum, og fann sum vant liðfelagarnar væl.
Frá byrjan í dag var tað týðiligt, at teir hjá heimaliðnum ansaðu ógvuliga væl eftir, at Elias ikki slapp at hava ein líknandi dyst. Tað var aloftast ein spælari høgt á honum, og fleiri av takklingunum vóru heilt harðar. Landsliðsprofilurin fekk ikki øll skotini at sita eftir vild, men tað eydnaðist tó ógvuliga væl hjá nummar 71 at finna viðspælararnar við góðum fríspælingum - serliga í fyrra hálvleiki - og fleri vóru ógvuliga flottar. Elias á Skipagøtu var eisini í fimm førum ógvuliga tryggur við brotskøstum
Elias dekkaði sum tvey'ari (dekkaði bakk) tað mesta av dystinum. Í byrjanini hevði hann tað trupult - sum restina av Sävehof-liðnum - við Kim Andersson. Nú 40-ára gamla svenska hondbóltslegendan skoraði nógv mál av høga bakki og spældi hinar væl fríar fyrstu løtuna, áðrenn dampurin fór eitt sindur av.
Elias á Skipagøtu kom ikki ofta í slíkar støður sum hesar í kvøld, men hann fekk ofta Sävehof-spælið at flóta væl (Mynd: Sverri Egholm)
Tað hava verið nógvir stórir dystir hjá Óla Mittún seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)
Óli Mittún hevur um vikuskiftið spælt um svenska meistaraheitið fyri U18-lið. Í finaluni í gjár skoraði Óli 11 mál, og Sävehof vann gull. Í gjárkvøldið fór 17-ára gamli føroyingurin við flogfari úr Uppsala til Ystads, og hann spældi seinna helming av fyrra hálvleiki, umframt samlagt ein helming av seinna hálvleiki. Óli skoraði eitt gott mál eftir gjøgnumbrot, trekti eins og Elias útvísingar og brotskast og fekk harðar takklingar, umframt at bakspælarin hevði fýra fríspælingar til mál. 17-ára gamli føroyingurin spældi eisini í verjuni í løtuni.
Talan var sum heild um ein ógvuliga javnan dyst. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, sum ongantíð fór uppum + 2 nakran veg. Sävehof tyktiskt at hava serliga betri álopsspæl í fyrra hálvleiki, men stígur kom í tað eftir steðgin, og neyðugt var at fara til 7 ímóti 6. Har funnu Elias, Óli og teir nakrar loysnir, men eina løtu sá tað út til at koppa til Ystads.
Seinastu fimm minuttirnar kom Sävehof tó betri frá - m.a. hóast Elias fekk eina útvísing. Komin inn aftur á vøllin skoraði hann eitt ógvuliga umráðandi brotskast, heimaliðið brendi sínar møguleikar, og tað endaði 27-30. Við hesum hevur IK Sävehof møguleikan at tryggja sær finaluplássið við heimasigri hóskvøldið.
Tað vóru tveir troyttir men fegnir føroyingar, ið Portalurin hitti eftir dystin (Mynd: Agnar Prestá)
Onnur hálvfinalan í Hanbollsligaen - hálvfinala nummar tvey
Ystads Arena, 08.05
Ystads (0) - IK Sävehof (2) 27-30 (12-13)
Dystargongdin:
15 min: 7-7
20 min: 8-8
25 min: 10-10
35 min: 16-14
40 min: 18-18
45 min: 19-20
50 min: 23-22
55 min: 26-25
Útvísingar:
Ystads 5
Sävehof 1
Áskoðaratal: 2.125
Hagtøl fyri Elias og Óla:
6/10 (mál/skot)
12 Assist - næstseinastu hond á í máli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald