Fótbóltur

Føroyingarnir sleikja sárini á Malta

Eftir skommina á Ta' Qali í gjárkvøld skal fokus nú rættast móti Rumenia.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-03-24 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sólin bakar niður á Malta, og tað er veruliga ein vakur dagur á lítlu oynni í Miðjarahavinum. Men í løtuni eru dimm skýggj yvir føroyskum fótbólti. Føroyar vóru í gjárkvøldið fyri einum ógvuliga stórum vónbrotið, tá Malta megnaði at vinna sín fyrsta undankappingardyst síðani 1-0 sigurin í Armenia 7. juni í 2013. Føroyar høvdu áðrenn í gjárkvøldið vunnið tríggar útav fýra dystum móti Malta, tá stig vóru spæl, men í gjár endaði tað 2-1 til liðið, sum liggur á 182. plássi á FIFA styrkislistanum. 

Les um dystin her
Sí myndir her

Hetta hevur rakt hart í føroyska hópinum, men sanniliga eisini heima har orðini um avrikið ikki hava verið mjúk. Viðgongdin hevur verið stór undir Lars Olsen og Jóannes Jakobsen seinastu árini, men tað tykist sum um, at tað er ein niðurgongd á landsliðnum, og tey ið fylgja við krevja nógv meira enn hetta av landsliðnum.

Hoyr viðmerkingar eftir dystin frá Brandi Olsen, ið brendi brotssparkið, Jákupi Thomsen, sum skoraði føroyska málið og landsliðsvenjaranum Lars Olsen

Seinastu sjey dystirnar hava vit leikt tríggar ferðir móti Malta og tvær ferðir móti Kosovo og Aserbadjan. Móti Malta hava vit vunnið ein, tapt ein og javnað ein dyst. Í 1-1 javnleikinum móti Kosovo á heimavøll í oktober var talan um eitt gott avrik, men tað kom eftir 3-0 ósigur á Tórsvølli móti Aserbadjan. Rundanum hetta vóru tó tvey tom 2-0 tap í Kosovo og Aserbajan. Hetta eru alt lið, ið liggja undir okkum á FIFA-styrkislistanum - tó eru serligar umstøður viðvíkjandi Kosovo, ið fyri stuttum hevur fingið limaskap.

Seinastu sjey dystirnir (6 teir fyrstu í Nations League - ein í EM-undankapping): 

Ein sigur, tveir janvleikir og fýra tap móti 3x Malta, og Kosovo og Aserbadjan heima og úti - Málúrtøka: 6-12 (Einki cleen sheet) 

Føroyska liðið hevur møguleikan at reisa seg longu týskvøldið, tá Rumenia tekur ímóti í býnum Cluj. Føroyska liðið hevði eina lætta venjing fyrrapartin, har leikararnir fingu dystin úr beinunum. Nú skal dysturin eisini fáast úr høvdinum - tíðliga í morgin gongur leiðin til Rumenia. Tað verður tíverri uttan álopskenda profilin Jóan Símun Edmundsson. Knæðið darvar hann so nógv, at 27-ára gamli toftamaðurin er farin aftur til Týsklands, har hann skal kannast og undir viðgerð í sínum felagið. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder