Fótbóltur

Jóan Símun farin aftur til Týsklands

Áleyparin skuldi byrja inni í gjár - nú er tað greitt, at toftamaðurin ikki verður við í Rumenia.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-03-24 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum var í gjár fyri risastórum vónbroti á Malta. Føroyar taptu 2-1 fyri Malta í fyrsta EM-undankappingardystinum; hetta var fyrsti sigurin hjá maltesum í einari undankapping síðani 2013. 

Ein annar smeitur er, at Jóan Símun Edmundsson fekk eitt afturslag í knænum, har hann fyri stuttum hevur havt trupulleikar. Evnaríki leikarin noyddist fyrst at gevast undir seinastu venjingini undan dystinum, og hóast hann varð meldaður klárur til dystin og gjøgnumførdi tað mesta av upphitingini upp, so kundi hann ikki byrja inni. 

Nú er tað váttað frá FSF, at 27-ára gamli álopskendi leikarin ikki kemur við til Rumenia, har næsta uppgávan er týskvøldið. Jóan Símun, ið sá dystin frá áskoðaraplássinum í gjár, er flogin heim til Týsklands, har hann til dagliga spælir fyri Arminia Bielefeld. Tað er ikki vist, hvussu álvarsligur skaðin er, men hetta er í øllum førum eitt slag fyri landsliðið. 

Jákup Thomsen avloysti Jóan Símun Edmundsson og skoraði føroyska málið. Eingin nýggjur leikari kemur inn í hópin fyri Jóan Símun. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder