Føroyar høvdu sína seinastu venjing undan dystinum móti Malta fyri løtu síðani. Hon var á Ta' Qali leikvøllinum, har uppgerðin millum oyggjalondini verður í annaðkvøld.
Myndir: Tíðindafundur og venjing á Ta Qali
Mitt undir venjingini fór Jóan Símun Edmundsson út og fekk viðgerð frá læknanum hjá føroyska liðnum. Talan var um trupulleikar í knænum. Sambært in.fo var talan um knæðið, ið Arminia Bielefeld-leikarin hevur havt trupulleikar við.
Tað kann vera ein avleiðing av skaðanum, og at 27-ára gamli toftamaðurin hevur gjørt ov nógv av í einari støðu í venjingini. Tær upplýsingarnar ið vit hava fingið, benda tó ikki á, at Jóan Símun noyðist at sita uttanfyri, men at hetta ikki er nakað álvarsligt.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald