Hondbóltur

Føroyingarnir týðandi leiklut í týdningarmikla javnleikinum hjá Viking

Kjartan Johansen varð nevndur sum dagsins leikari, Jónas G. Djurhuus skoraði útjavnandi málið, tá fá sekund vóru eftir, og Helgi Hoydal var aftur á vøllinum.

Jónas G. Djurhuus tryggjaði Viking eitt stig í gjárkvøldið
(Mynd: Viking Håndball)

Jónas G. Djurhuus tryggjaði Viking eitt stig í gjárkvøldið (Mynd: Viking Håndball)

2019-02-24 10:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár leikti Viking Stavanger týdningarmiklan dyst í uppflytingarstríðnum í Sandefjord. Mótstøðuliðið var eitt stig frammanfyri, og lá á 3. plássinum ið gevur atgongd til uppflytingardyst. Hetta er framvegis støðan eftir dystin, ið endaði við málríkum javnleiki.

Tað var hoyvíkingurin Jónas G. Djurhuus, ið seks sekundir fyri tíð tryggjaði sínum liðið javnleik. Viking fór í álop og spældi 7 ímóti 6, og tað var føroyski spælskiparin, ið tók ábyrgd. Stigið var ógvuliga týdningarmikið, tí tað merkir, at liðið úr Stavenger framvegis er við í stríðnum um at flyta upp í bestu norsku deildini.

Stavenger Aftenblad peikaði Kjartan Johansen út sum besta leikara hjá Viking. Strandingurin hevur verið ein lyklaleikari hjá felagnum alt kappingarárið. Hann fekk eisini rós frá venjaranum Joar Gjerde, ið eisini fegnst um, at Helgi H. Hoydal er við aftur. Hoyvíkingurin fekk meniskin tiknan burtur í januar, og var fyri fyrstu ferð aftur á vøllinum í gjár. 

Viking Stavanger er á 5. plássi. Teir tríggir føroyingarnir á liðnum stóðu í gjár fyri 12 av málunum hjá liðnum: 

Jónas G. Djurhuus 5
Helgi H. Hoydal 4
Kjartan Johansen 3 

Sandefjord TIF - Viking Stavanger 31-31 (13-13)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder