Annað

Føroysk debut í bestu donsku flogbóltsdeildini á misjøvnum degi fyri føroyingarnar

Áslakur vann, Súsanna vann ímeðan Nicola og Hanna taptu. Nicola fekk debut í bestu deildini.

Nicola Toftegaard

Nicola Toftegaard

2022-11-26 19:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tveir sigrar og eitt tap bleiv úrtøkan hjá føroyingunum í bestu donsku flogbóltsdeildunum - Volleyligaen.

Nicola Toftegaard og Hanna Biskupstø leiktu í dag ímóti Odense DHV og gjørdist talan um eitt tap á 3-0. Hetta merkir, at Ikast KFUM fall niður á 7. plássið í kappingini.

Í hesum dystinum fekk 16 ára gamla Nicola Toftegaard úr Fuglafirði debut fyri Ikast KFUM í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur. Nicola hevur í heyst umboða Føroyuar á bæði U17 og U19 landsliðunum. 

Eftir summarsteðgin fór Nicola á eftirskúla í Ikast. Hon kom skjótt í hópin á besta liðnum og í dystinum í dag, fekk hon debut. Flott av unga føroyska landsliðsleikaranum úr Fuglafirði, sum hevur eina bjarta flogbóltsframtíð fyri sær.

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og Brøndby spældu í dag ímóti Lyngby Gladsaxe og vunnu rættuliga lættliga 3-0 á heimavølli. Við hesum halda meistararnir úr Brøndby fast í einum 5. plássi í kappingini.

Áslakur Holm og Vestsjælland spældu í gjárkvøldið á heimavølli í Korsør ímóti donsku meistarunum úr Middelfart. Eitt sindir óvænta gjørdist hetta ein lættari dystur fyri Vestsjælland enn væntað, tí Áslakur og Vestsjælland vunnu 3-1. Vestsjælland heldur tí fast um 5. plássið í kappingini - javnir í stigum við júst Middelfart, sum tó hava leikt ein dyst meira enn Vestsjælland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder