Tað var sum hevði Føroyar vunnið dystin og spælt seg í HM-endaspøli. So ógvuslig var reaktiónin, tá okkara eftir 27 minuttir løgdu seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Ein rúgva av føroyingunum í fussettu høllini á Hálsi reistust, og týskarar tyktust trýstir.
Føroyar hava skorað 16 ferðir móti annars stinna Andreas Wolff, og í mun til í dystinum í Kiel er prosenti fyri gangnýtslu næstan tað sama fyri bæði liðini - serliga síðstu løtuna hava føroyingar spælt væl og verið effektivir, og í verjupartinum hava teir eisini órógva so nógv, at týskararnir hava brent nakrar møguleikar og eisini gjørt álopsfeilir.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið heilt stóra upplivingin í fyrra hálvleiki. 19-ára gamli hoyvíkingurin er toppskjútti í dystinum við seks málum og hevur stýrt føroyska spælinum við ferð, góðsku og stórum myndugleika. Javngamli Hákun West av Teigum hevur veirð ígjøgnum ofta, og hevur hóast nakrar stórbjargingar frá Wolff fýra mál.
Hákun West av Teigum móti Andreass Wolff (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast Føroyar helst ikki røkka einum endaspæli hesaferð - sigurin skal vera við minst átta málum - so snýr tað seg nú um at royna at halda gongdini og royna at skapa eitt stórt úrslit móti hondbóltsrisanum. Føroysku áskoðarnir eru í øllum førum væl við, og leikararnir hava víst, at tað ber til atskaka stórfavorittarnar.
HM Play-off, seinni dysturin
Høllin á Hálsi, 16.04
Føroyar - Týskland (16-15)
Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 8-10
25 min: 12-14
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6
Hákun West av Teigum 4
Pætur Mikkjalson 2
Kjartan Johansen 1
Tróndur Mikkelsen 1
Leivur Mortensen 1
Niklas Selvig 1/1
Føroyar hava skorað 16 mál uppá 27 skotroyndir - týskarar hava eitt mál færri og tvey skot færri.
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 2
Nicholas Satchwell 2
-----------------
Andreas Wolff 6
Útvísingar:
Føroyar: 3
Týskland: 1
Tekniskar villur:
Føroyar: 3
Týskland: 5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald