Fótbóltur

Føroysk stroyming á berum

Føroysku fótbóltsfeløgini hava nú ongan pall at stroyma dystir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-17 19:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri av føroysku fótbóltsfeløgunum noktaðu áðrenn summarsteðgin Kringvarpinum at stroyma dystir í Betri deildini, og tí steðgaði KVF at stroyma dystir.

Síðani hava nakrir dystir verið stroymdir við sonevndum Pay-per-view á einum stroymipalli hjá FSF. Men nú er samstarvið við útlendska veitaran av stroymipallinum steðgað. Tað sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, við heimasíðuna bolt.fo.

- Tað riggaði ov illa, tí ov mong fólk høvdu trupulleikar við at fáa tað, ið tey høvdu gldið fyri. Tí hava vit valt at steðga, men arbeitt verður við at finna eina loysn, sum feløgini kunnu góðtaka, sigur hann við bolt.fo.

Síðsta umfar í Betri deildini er 27. oktober, og óvist er um nøkur loysn verður funnin til tá.

Les eisini: Gevast at stroyma fótbólt beinleiðis

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder