Hondbóltur

Føroysk venjing í Royal Arena í kvøld

Nú er fult fokus á heimadystin móti Ukreina - vit verða á staðnum til fyrireikingarnar í kvøld.

Føroyski vinstri vongurin, Rói Berg Hansen, spælir til dagliga sínar heimadystir í danska høvuðsstaðnum
(Mynd: Sverri Egholm)

Føroyski vinstri vongurin, Rói Berg Hansen, spælir til dagliga sínar heimadystir í danska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-12 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eina sera góða byrjan í Kiev komu føroyingar í stórar trupulleikar móti sterku ukrainunum, ið fingu opna føroysku verjuna upp ferð eftir ferð og meira og meira fingu steðga álopunum hjá Føroyum. Hóast Ukreina hevur nógvar sera góðar leikarar og var á heimavølli, so var kenslan, at tapið upá 11 mál var heldur stórt.

Føroyingar hava í annaðkvøld møguleika at reisa seg og at geva Ukreina dyggari mótsstøðu. Stásiliga multihøllin í Ørestad verður karmur um tveir dystir í morgin: Fyrst Føroyar - Ukreina og síðani Danmark - Montenegro. Hetta verður ein serlig uppliving við fullum húsi og nógvum føroyskum áskoðarum.

Føroyski hópurin fór úr Kiev í gjár, og kom til danska høvuðsstaðnum har liðið fekk havt fysiska venjing á gistinarhúsinum, umframt at taktiskur fundur var á skránni. Í kvøld fáa Sonni Larsen og hansara menn møguleikan at fyrireika seg í stóru høllini, har uppgerðin er í morgin. 

Vit eru á staðnum til venjingina, ið byrjar klokkan 19.00 lokala tíð, og hava tilfar frá henni. 

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder