Hondbóltur

Føroyska Anja vann OL-gull í 1996

Anja Byrial Hansen spældi ikki hondbólt í Føroyum, men fatar seg sjálva sum føroying.

Anja Byrial Hansen. Myndin er frá filminum 'Jernhårde Ladies'

Anja Byrial Hansen. Myndin er frá filminum 'Jernhårde Ladies'

2021-08-07 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er fallið fleiri fyri bróstið, at føroyskir miðlar í hesum døgum skriva, at Jóhan á Plógv Hansen er fyrsti føroyingur, sum vinnur heiðursmerki á olympisku leikunum.

Fleiri fólk – serliga við ættarbondum til Toftir – hava gjørt okkum vart við, at ein føroyingur í 1996 vann gull við danska hondbóltslandsliðnum.

Talan er um Anju Byrial Hansen, sum var við á liðnum – rópt “de jernhårde ladies” – sum vann gull á leikunum í Atlanta í 1996.

Eisini Anja Byrial Hansen sjálv hevur gjørt vart við hetta á Facebook:


Anja Byrial Hansen er fødd og uppvaksin í Danmark, og hevur ongantíð spælt hondbólt í Føroyum.

Men hon fatar seg sjálvan sum føroying. Móðir hennara er føroyingur og pápin hálvur føroyingur.

Bróðir Anju, Johan Byrial Hansen, var fótbóltsspælari, og spældi í árunum 2000 til 2005 15 landsdystir fyri føroyska fótbóltslandsliðið.

Anja Byrial Hansen, sum umframt OL-gull eisini vann EM saman við Anju Andersen, Camillu Andersen, Anne Dorthe Tanderup og hinum ‘jernhårde ladies’, fekk eina stutta hondbóltskarrieru.

Longu sum 23 ára gomul gavst hon, tá hon flutti til Onglands saman við táverandi manni sínum, Per Pedersen, ið var professionellur fótbóltsspælari og fekk sáttmála við Blackburn Rovers.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder