Leygardagin 28. januar verður ársins fyrsta opna FM kapping í dart. Kappast verður á ovari hæddini í ítróttarhøllini á Skála.
Kappast verður bæði hjá kvinnum og monnum, og er tað øllum frítt at melda til kappingina. Hjá monnum verður kappast bæði í A og einum B bólki. A bólkurin er fyri tann meir roynda spælaran - í B bólkinum spæla spælarar, sum ikki meta seg verða góðar nokk enn. Ein kann melda til á heimasíðuni hjá DSF - dartfo.com.
HM ár og aðrar altjóða kappingar
Seint í septembur verður heimsmeistaraheitið í Esbjerg. Føroyar verða umboðaðar við fýra landsliðum: Har verða kvinnur, menn, gentur og dreingir við. Menninir og kvinnurnar royndu seg til EM í fjør við góðum úrslitum so spennandi verður seinni í ár, og eisini verður spennandi hvør kemur at verða á hesum ymsu landsliðunum. Tað er longu frá fyrstu kapping at hugt verður eftir úrslitum til eina endaliga úttøku seinni í ár.
Aftur í ár kunnu vit bjóða til kappingar á altjóða støði í Føroyum, tá Tórshavn Open og Faroe Islands Open verða á skránni. Á heimasíðuni ber longu til at tilmelda seg, og longu nú síggja vit, at spælarar úr fleiri ymiskum londum koma hendanvegin. Sum nakað heilt nýtt hava vit eisini fingið eina altjóða góðkenda unglingakapping, sum verður sama vikuskiftið. Tær kappingarnar verða seinasta vikuskiftið í mars.
Dartsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald