Føroysku flogbóltskvinnurnar eru í hesum døgum til fýralandakapping í Íslandi fyri evropeiskar smátjóðir. Í gjárkvøldið vunnu Føroyar 3-0 á Írlandi og liggja tær fyribils á odda í kappingini – javnar í stigum við Skotland, sum tó hevur verri settmun eftir 3-1 sigurin á Íslandi í gjár.
Føroyska liðið er sera ungt, og bara tríggir av leikarunum hava spælt á a-landsliðnum fyrr. Vantandi royndirnar merktu eisini avrikið í fyrsta setti ímóti Írlandi, men Føroyar vunnu tó trygt 25-19.
Annað sett var sum eitt kopi av tí fyrsta, har Írland er um at taka Føroyar aftur og kemur upp á 14-16, júst sum í undanfarna settinum, men við hepnari útskifting kom spælið í rættlag aftur, og Føroyar vunnu aftur 25-19.
Í triðja setti bardi Írland seg heilt upp á 23-24, men so tekur venjarin Lars Engell time-out, greiðir hjálparvenjarin Kristian Mikkelsen frá.
– Avtalan er, at um móttøkan er góð, so skal Anna Arnholdsdóttir avgera dystin við einum miðsmassji. Jóhanna ger eina perfekta móttøku, og Anna bumbar bóltin í gólvið, og vit vinna settið 25-23 og dystin3-0, segði hjálparvenjarin og rósti annars serliga servumóttøkuni:
– Eg haldi ikki at vit nakrantíð fyrr hava sæð eitt føroyskt lið havt so góðar móttøkur. Vit gjørdu ongan servi-mótøkufeil, og tað er neyvan hent fyrr. Og harafturat vóru tær allar flestu móttøkurnar góðar, segði ein væl nøgdur Kristian Mikkelsen.
Føroyar spæla ímóti Skotlandi klokkan 18 í dag. Dysturin sæst á YouYube-rásini hjá Íslendska Flogbóltssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald