Tað er ikki bara pólska landsliðið sum ikki sleppur av landinum orsakað av nógva vindinum í Vágum. Eisini føroyska landsliðið, sum sunnudagin skal spæla móti Kekkia, er ávirkað av veðrinum.
Hópurin umframt ferðalag við formonnunum í føroysku fótbóltsfeløgunum, skuldi flúgva til kekkiska høvuðsstaðin í kvøld, men flogfarið sum fyrst varð útsett tveir tímar, er nú avlýst fyri í kvøld. Eftir ætlan fer ferðalagið avstað klokkan 7 í morgin ári heldur.
Onnur flogfør eru eisini seinkað ella avlýst. Eitt flogfar úr París lendi fyri einum tíma síðani, og um eina løtu stendur flogfarið úr Keypmannahavn til at lenda. Eitt annað flogfar úr Keypmannahavn er avlýst.
Flogfarið til Billund stendur at fara avstað kl. 19:40, men er í skrivandi stund ikki farið á flog. Flogfarið til Keypmannahavnar stendur til at fara klokkan 20:50.
Komur 13. oktober (Fae.fo)
Fráferðir 13. oktober (Fae.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald