Hondbóltur

Føroyska landsliðið til Danmarkar í dag

Venjingin undan dystinum móti Montenegro verður í Farum seinnapartin.

Helgi H. Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Helgi H. Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-12 08:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun setir føroyska manslandsliðið í hondbólti kósina móti Danmark, har tveir dystir eru á skránni næstu dagarnar.

Í annaðkvøld tekur Føroyar ímóti Montenegro í Farum Arena, og sunnukvøldið skulu vit royna okkum móti donsku heimsmeistarunum í Gigantium í Aalborg.

Venjingin hjá liðnum undan dystinum verður seinnapartin í dag, og Portalurin verður við. Myndir og samrøður verða at síggja í kvøld.

Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, hava úttikið 15 leikarar til uppgávurnar. Hilmar Leon Jakobsen var eisini úttikin, men hevur síðani givið avboð.

Landsliðshópurin

Málverjar
Tórður Guttesen, Kyndil
Nicholas Satchwell, Neistin

Spæliskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen, Neistin

Strikuspælarar
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI

Bakspælarar
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Eirikur Simonsen, FFI

Vongspælarar
Allan Norðberg, KA Akureyri
Nicklas Selvig, Stavanger IF
Rói Berg Hansen, FIF

Verjuspælarar
Brandur Halgirsson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder