
- Í Piteå IF DFF eru vit errin av at kunngerða, at Ásla Johannesen hevur longt sín sáttmála við felagið fyri kappingarárini 2026 og 2027. Síðani hon kom til felagið tíðliga í 2023, hevur hon ment seg til ein av okkara lyklaspælarum og er komin við bæði støðufesti og góðsku í hópinum.
Soleiðis skrivar Piteå IF á heimasíðu sínari, í sambandi við at ein tvey-ára sáttmáli er gjørdur við Áslu Johannesen.
Føroyski landsliðsliðskiparin er skrásett fyri 83 dystir í reyðum og hvítum, og í fjør var Ásla við til at gerast svenskur steypavinnari.
Ásla Johannesen eigur sín leiklut í framgongdini hjá føroyska landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Piteå liggur á 10. plássi av teimum 14 í Damallsvenskan. Nú seks umfør eru eftir, verður beinleiðis niðurflyting helst eingin trupulleiki - átta stig eru niður til strikuna. Men trý stig eru niður til play-off plássið: Nummar tólv skal spæla móti liði úr næstbestu deildini fyri at sleppa undan niðurflyting. Hesum dystinum vilja Ásla og tær sleppa undan.
Ásla Johannesen er í ár byrjað inni í øllum kappingardystunum hjá Piteå uttan tveimum. Føroyski landsliðsprofilurin hevur skorað tvey mál og lagt upp til tvey onnur. 29-ára gamla kvika leikkvinnan spælir mest sum vinstri bakkur og vinstri vongbakkur; eisini í løtum sum vongur.
Í samrøðu við síðuna hjá Piteå, staðfestir Ásla, at hon stórtrívist í Svøríki - á og uttanfyri vøllin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald