Fýra ungir mans frá Tórshavn Boksing eru í dag farnir til Danmarkar, har teir skulu vera við í sælendsku meistarakappingini fyri byrjarar. Tveir teirra verða verandi til næsta vikuskifti, tá altjóða kappingin Hvidovre Box Cup er á skránni.
Yngsti maður er bert 12 ára gamli Heri Ziskason, sum er komin beinleiðis í finaluna um sælendska byrjarameistaraheitið.
Nóa Jacobsen er komin í bólk saman við trimum øðrum, og skal boksa hálvfinalu og vinna fyri at koma upp á tal til heiðursmerki.
Teitur Annand er í bólki við tveimum øðrum, og kann koma beinleiðis í finaluna, um eydnan er við honum í lutakastinum.
David Kunoy er komin í ein harðan bólk. Teir eru fimm í bólkinum, og tí skulu tveir boksarar fyrst boksa eina fjórðingsfinalu áðrenn hálvfinalurnar kunnu fara í gongd. Hetta kann tí gerast eitt langt vikuskifti fyri David, men formurin er góður, og vónirnar undan kappingini er, at hann kann megna at boksa seg í finaluna.
Tá henda kappingin er av, fara koma Heri og Nóa aftur til Føroya, meðan Teitur og David vera verðandi í Danmark fyri at venja og fyrireika seg til altjóða boksikappingina, Hvidovre Box Cup, sum verður næsta vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald