Annað

Føroyskir dartspælarar til HM

Kappast verður í Esbjerg í Danmark alla hesa vikuna – føroyskir spælarar eru við á fyrsta sinni.

2023-09-25 17:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Esbjerg í Danmark, har HM í dart verður hildið hesa vikuna.

Heimsmeistarakappingin fyri lið er á skránni annað hvørt ár. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska landsliðið er við í HM-kappingini.

Dystir eru á skránni frá týsdegnum til leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har fýra leikarar eru á hvørjum liði. Í ferðalagnum eru manslið, kvinnulið umframt venjarar og ferðaleiðarar.

Tá næsta vikuskiftið er farið afturum, eru heimsmeistarar kosnir bæði í einmansleiki, tvímansleiki, liðkapping og ein samlaður vinnari fyri alla kappingina. Trupult er at meta um møguleikarnar hjá føroysku leikarunum, tí Føroyar hava áður einans roynt seg móti europeisku londunum og við seinasta HM endaðu flestu heiðursmerkini uttan fyri Evropa.

Men føroysku leikararnir hava seinastu tvey árini roynt seg í nógvum altjóða kappingum, bæði sum einstaklingar og sum lið, og tí eiga føroysku leikararnir at vera klárir til uppgávuna og vónir eru um, at okkurt gott úrslit kemur burturúr. So tað er við spenningi, at lagt verður til brots týsmorgunin við dystunum í tvímansleiki hjá monnum og einmansleiki hjá kvinnum.

Til ber at fylgja við øllum dystunum her  

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder