Fótbóltur

Føroyskir dómarar skulu leiða dyst á Gibraltar

Alex Troleis skal døma í Europa League í annaðkvøld.

Teir somu fýra ið leiddu steypafinaluna í 2016, hava í morgin ábyrgdina av dystinum á Victoria leikvøllinum

Teir somu fýra ið leiddu steypafinaluna í 2016, hava í morgin ábyrgdina av dystinum á Victoria leikvøllinum

2019-07-10 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vitjaði Steven Gerrard við sínum Rangers-liðið á Gibraltar. Skotska stórfelagið vann tryggan 4-0 á St' Josephs, ið B36 sló út úr júst Europa League í fjør. Hóskvøldið skal B36 aftur royna seg í Europa League. Tað verður á útivølli ímóti Crusaders úr Norðurírlandi. KÍ, ið kom víðari úr undanumfarinum, spælir í Litava, og føroysk dómaraluttøka er eisini í einum dystum, og tað er á iberisku hálvoynni.

Nógvir føroyingar eru í hesum døgum á Gibraltar í samband við Oyggjaleikirnar. Men eins og týskvøldið verður eisini Europa League dystur á Victoria leikvøllinum. Europa FC tekur ímóti pólska liðnum Legia Warszawa, ið er stórfavorittur. Tað verður við leiðslu av føroyskum UEFA-dómara og hjálpardómarum. Alex Troleis dømir dystin, og á linjunum verða Andrew Christiansen og Dan Højgaard. Eiler Rasmussen verður 4. dómari. 

[object Object]
(Jan Hermansen verður ein av hjálpardómarunum hjá Kára á Høvdanum í komandi viku. Eiler Rasmussen verður 4. dómari á Gibraltar í morgin. Uttast til høgru er Jørleif Djurhuus, ið áður hevur verið hjálpardómari til altjóða dystir - Mynd: FSF)

Hósdagin í næstu viku verður Alex 4. dómari í Írlandi, har Gilli Rólantsson Sørensen og Brann vitja. Tá verður tað Kári á Høvdanum, ið hevur floytuna, Andrew Christiansen skal aftur verða annar av hjálpardómarunum, og og Jan Hermansen verður á hinari síðulinjuni.

FSF boðar eisini frá, at hava Føroyar hava fingið tvær dómaraeygleiðara-uppgávur. Lassin Isaksen verður eygleiðari til dystin millum Molde og KR Reykjavík í Noreg hósvkøldið, og til dystin millum Makedonija og Alashkert FC í komandi viku verður Niklas á Líðarendan dómaraeygleiðari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder