Fótbóltur

Føroyskir dómarar til evropeiskan dyst í Bodø

Kári á Høvdanum verður dómari, Dan Højgaard og Jan Hermansen hjálpardómarar og Alex Troleis 4. dómari, tá norsku meistararnir skulu royna at basa meistarunum úr Kosovo. Dysturin byrjar klokkan 17..

Alex Troleis, Dan Højgaard, Kári á Høvdanum og Jan Hermansen til venjing á Aspmyra leikvøllinum í gjárkvøldið (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Alex Troleis, Dan Højgaard, Kári á Høvdanum og Jan Hermansen til venjing á Aspmyra leikvøllinum í gjárkvøldið (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2021-08-12 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og HB, NSÍ og KÍ, hava føroysku dómararnir havt evropeiskar uppgávur hetta summarið, og í kvøld dómarakvartett úr Føroyum leiða spennandi evropeiskan dyst í Noregi.

Norsku meistararnir taka á Aspmyra Stadium ímóti FC Prishtina, sum í juni vann undan-undanumfarið í Champions League, har HB eisini luttók. Bæði Prishtina og Bodø/Glimt hava luttikið í Champions League, men eru sligin út og spæla harvið nú í Conference League. Talan er um seinna dystin í 3. umfari í kappingini. Fyrri dysturin var í høvuðsstaðnum í Kosovo, og endaði 2-1. 

Harvið skal Bodø/Glimt royna at venda uppgerðini, og tað vera føroyskir dómarar til dystin. FIFA-dómarin, Kári á Høvdanum, verður dómari, Dan Højgaard og Jan  Hermansen hjálpardómarar (linjuverjar) og Alex Troleis 4. dómari. Dysturin byrjar klokkan 17.

Heimasíðan bold.fo skrivar, at Lassin Isaksen, dómarasamskipari hjá FSF, verður dómaraeygleiðari í Slovenia, har Olimpija Ljubljana og Santa Clara spæla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder