Annað

Føroyskt heiðursmerkjaregn í Danmark

Føroyskir fimleikarar gjørdu av álvara bart undir DM í amboðsfimleiki um vikuskiftið. Tóra Elisdóttir Thorkildshøj, Oddvør Alberta Kimsdóttir og Sára Eyðfinnsdóttir í Dali úr Havnar Fimleikafelag komu heim við gulli og øðrum, og tríggir mansunglingar hjá Støkk endaðu við silvuri.

 - Vit eru ótrúliga errin av Tóru Elisdóttir Thorkildshøj, Oddvør Albertu Kimsdóttir og Sáru Eyðfinnsdóttir í Dali, sum hava staðið seg so væl í DM, staðfestir Havnar Fimleikafelag

 - Vit eru ótrúliga errin av Tóru Elisdóttir Thorkildshøj, Oddvør Albertu Kimsdóttir og Sáru Eyðfinnsdóttir í Dali, sum hava staðið seg so væl í DM, staðfestir Havnar Fimleikafelag

2026-05-04 06:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Vit eru ótrúliga errin av Tóru Elisdóttir Thorkildshøj, Oddvør Albertu Kimsdóttir og Sáru Eyðfinnsdóttir í Dali, sum hava staðið seg so væl í DM.

Hatta staðfestir Havnar Fimleikafelag á Facebook-síðu sínari, og er tað væl skilligt. Tí tær tríggjar gjørdu av álvara vart við seg undir danmarksmeistaraheitinum í amboðsfimleiki.

Um vikuskifti kappaðust Tóra. Oddvør Alberta og Sára fyri KG66, sum er fimleikafelag úr Kastrup.

Tær búgva annars í Føroyum og venja dagliga við Havnar Fimleikafelag, serliga undir Camelia Mihaela Mindricel.

Tað gjørdist eitt sera flott DM-vikuskifti hjá Oddvør Albertu Kimsdóttir og Sáru Eyðfinnsdóttir í Dali. Tær vóru partur av juniorliðnum hjá KG66, sum vann kappingina og harvið tryggjaði sær gullið, staðfestir Havnar Fimleikafelag.

[object Object]
Danska liðið við góða føroyska íkastinum (Mynd: Havnar Fimleikafelag)

Tóra Elisdóttir Thorkildshøj kappaðist í bólkinum fyri ungar juniorar og var við á liðnum hjá KG66, sum vann gull.

Hon gjørdi eisini bart sum einstaklingur: Tóra vann silvur í all around og í bita, og bronsu í gólv og lop.

[object Object]Tóra partur av gullvinnandi liðnum í bólkinum "undir juniorar" (Mynd: Havnar Fimleikafelag)


Oddvør Alberta og Sára kappaðust í bólkinum fyri juniorar, har lið teirra eisini vann gull.

Í einstaklingakappingini skein serliga Oddvør Alberta Kimsdóttir við einari frálíkari DM-kapping.

- Oddvør Alberta vann harumframt all around kappingina, og gull í bæði bita og gólv.

[object Object]
14-ára gamla Oddvør Alberta Kimsdóttir kemur heim við fýra gull heiðursmerkjum (Mynd: Havnar Fimleikafelag)

Sára Eyðfinnsdóttir í Dali, vann bronsu í gólv.

Harvið eitt ógvuliga gott vikuskifti hjá teimum trimum úr Havnar Fimleikafelag. FM í amboðsfimleiki er á skránni síðsta vikuskifti í mai.

[object Object]
Nógv føroysk heiðurmerki til DM

Tírggir mannsunglingar úr Støkk luttóku eisini í í DM í amboðsfimleiki hetta vikuskiftið. Teir endaðu á høgum plássum og vóru við at tryggja Greve eitt silvur í liðkaappingini 

- Støkkararnir Ari Poulsen, Ednar á Sondum og Ási Yan Arnoldson luttóku fyri Fimleikafelagið Greve IG, har teir hava verið ein stórur styrkur hjá felagnum
Allir tríggir fingu eitt flott 4. pláss í hvør sínum amboði Eisini luttóku teir í liðkappingini, har teir saman við fimleikarum úr Greve IG, megnaðu at vinna silvur  fyri fyrstu ferð í fleiri ár, staðfestir Støkk á Facebook-síðu sínari.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder