Annað

Føroyskt Íslandsrossafelag fingið nýggja ríðibreyt

Sedea Bjarnadóttir Nolsøe og Heðin Mortensen, borgarstjóri, kliptu snórin.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-05-19 21:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja ríðibreytin varð tikin í nýtslu í kvøld á einum hátíðarhaldi uppi á Kráarheyggi. Borgarstjórin og forkvinnan í felagnum, Sedea Bjarnadóttir Nolsøe, kliptu snórin til nýggju breytina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti tillukku við degnum, nú felagið byrjaði fyrstu Safari-uttandurakappingina á spildurnýggju og flottu ríðingarbreytini.

Borgarstjórin nevndi, at í kommununi hava tey fylgt spent við gongdini, eftir at býráðið játtaði felagnum stuðul til at útvega eina nýggja ríðingarbreyt í Havnardali, og til aðrar ábøtur, alt ætlanir, sum friðingarmyndugleikarnir góðtóku.

Borgarstjórin nevndi eisini, at felagið Føroyskt Íslandsrossafelag er skjótt 35 ára gamalt. Tey hava víst eitt ótrúligt framfýsni. Ikki bara hava tey bygt ríðingarbreyt, men eisini høll og fjós til eini hálvtannaðhundrað ross.

Felagið luttekur eisini regluliga í altjóða kappingum um alt Evropa og hevur tikið nógvar sigrar heim við til Føroya.

- Tí er tað ein ómetaliga stór gleði at koma niðan á Kráarheyg í dag og at síggja hetta ótrúliga flotta arbeiðið, og at uppliva, at nýggi kappingarvøllurin nú verður tikin í nýtslu. Her liggur eitt stórt sjálvboðið arbeiði aftanfyri, sum tit eiga stórt rós uppiborið fyri, segði borgarstjórin millum annað.

Borgarstjórin handaði Sedeu Bjarnadóttir Nolsø blómutyssi og so kliptu tey bæði snórin til breytina undir dúgligum lógvabrestum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder