Hondbóltur

Føroyskt skrædl í Luksemburg

Føroyar vóru væl við í løtum í 1. hálvleiki móti Litava, men alt ov nógv mál komu ígjøgnum, og alt ov nógv mistøk vóru gjørd; millum annað vóru nógvir opnir møguleikar brendir. Tapið við 11 málum samsvarar við føroyska avrikið og munin millum liðini á degnum - sí hagtøl frá dystinum her.

(Litavar høvdu samanumtikið sera gott tak á føroyingunum - Mynd: Sverri Egholm)

(Litavar høvdu samanumtikið sera gott tak á føroyingunum - Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-10 17:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í HM undan-undankappingini í Luksemburg varð avgjørdur í løtunum beint fyri steðgin og beint eftir steðgin. Frammanundan høvdu føroysku menninir hingið rímiliga væl í. Tað at føroyska verjan hevði ógvuliga trupult við at tálma effektiva litaviska álopsspælinum, og at okkara brendu nakrar opnar møguleikar, gjørdu yvirtrakk og brendu brotskast í hinum endanum, gjørdi at har vóru nøkur mál á muni ígjøgnum hálvleikinum.

[object Object]
(Kjartan Johansen hevði nøkur góð skot, men hann, Helgi Hoydal og hinir fingu ongatíð tamarhald á litavum í verjupartinum - Mynd: Sverri Egholm)


Tað var eitt fet fram, so eitt fet aftur eina góða løtu, men munurin vaks nakað báðumegin hálvleikin. So líðandi gjørdist munurin uppaftur størri, tí Litava slakaði ikki av, og føroyingar høvdu tað stríggið, og harvið fór spenningurin og inntensiteturin fór úr dystinum.

Føroyska spælið tyktiskt í løtum at verða leikt uttan hugsavnan og uttan góðsku í báðum endum. Nicholas Satchwell fekk ongantíð heilt fatur á litavisku skjúttunum, men verjan gav sjálvdan nevniverda hjálp. Hon hekk illa saman, og hóast 25 mál vórðu skoraði av føroyingunum, so burdi væl fleiri verið skoraði (tað vísa tølini niðanfyri eisini greitt), og 25 mál er eisini alt ov lítið, tá mótstøðuliðið skorar 18 ferðir í báðum hálvleikunum.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Glottar vóru, teir allarfestu teir stóru tjúgu fyrstu minuttirnar. Avrikið og góðskan í atgerðunum á degnum vóru tó snøgt sagt ikki til staðar til at bjóða baltiska liðnum, ið er í einari góðari menning, av. Tað sást, at leikararnir ikki heilt vóru í dystarvenjing og harvið heilt skarpir; teir flestu hava havt áleið tríggjar vikur uttan dyst. Tá litavar hinvegis vóru skarpir og eiridaleysir og fysiskt omaná, tá gjørdist støðan verri.

Myndir: Føroyar-Litava

Føroyska liðið skal saman reisa seg til í morgin klokkan 14.00, tá Slovakia er á skránni.  

Viðmerkingar úr høllini í Luksemburg verða á Portalinum skjótast gjørligt

HM undan-undankapping

Føroyar - Litava 25-36 (12-18)

Føroyska liðið frá byrjan og leikararnir, ið spældu mest: 
Nicholas Satchwell – Niklas Selvig, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal Rókur Akralíð/Jónas Gunnarson Djurhuus(verju/álop), Peter Krogh, Rói Berg Hansen


Føroysku málskjúttar (talið av málum/talið av skotum hjá leikaranum):
Niklas Selvig: 6/9
Peter Krogh 5/9
Jónas Gunnarson Djurhuus: 4/5
Kjartan Johansen: 4/6 
Rógvi Dal-Christiansen 2/3
Rói Berg Hansen: 2/4
Rókur Akralíð: 1/3
Hilmar Leon Jakobsen: 1/2
Helgi Hildarson Hoydal: 0/3
Vilhelm Poulsen 0/1
Brandur Halgirsson: 0/1

Samanlagt: 25/46


Brotskøst:
0/1 - hetta var brenda skotið hjá Jónasi


Bjargingar (Tiknir bóltar/skot ímóti  - her er talan um skot, ið raka málið):
Nicholas: 10/40 - 25 prosent
Tóraldur: 2/8 - 25 prosent

Útvísingar:
Peter 2
Helgi 2

Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 10-13
25 min: 12-15
35 min: 21-14
40 min: 25-18
45 min: 27-21
50 min: 30-21
55 min: 33-23

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder