Um vikuskifti hevur nakrir føroyskar fótbóltslegendur spælt í innandurakapping í lítla norska býnum Lærdalsøyri. Fimm leikarar vóru á vøllinum í senn, og á føroyska liðnum, ið taldu átta mans, vóru tilsamans yvir 400 A-landsdystir.
Leikararnir, sum ígjøgnum 1990'ini og fyrsta áratíggju í hesari øldini so væl umboðaðu Føroyar, vunnu tveir dystir og taptu tveir. Danmark, ið vann kappingina, og norksu vertirnir gjørdist ov stórir bitar í fyrstu dystunum. Men fríggjakvøldið bragdaði móti Finnlandi - talan var um tepran sigur-
Í gjár varð seinasti dysturin leiktur, og hann tryggjaði Føroyum 3. plássið. Føroyar vunnu heili 7-2 á Íslandi.
Úrslit í kappingini:
Fríggjadagin 24.01
Føroyar - Noreg 2-6
Føroyar - Danmark 3-5
Føroyar - Finnland 4-3
Leygardagin 25.01
Føroyar - Ísland 7-2
Endaliga úrslitið:
Danmark 10 stig
Noreg 8 stig
Føroyar 6 stig
Ísland 3 stig
Finnland 0 stig
Á føroyska liðnum, ið Kurt Mørkøre hevði sett saman vóru: Kurt Mørkøre, Allan Mørkøre, Jens Martin Knudsen, Julian Johnsson, Todi Jónsson, Kári Reynheim, Christian Høgni Jacobsen og Jákup á Borg.
Føroyskt veteranlandslið endaði á triðja plássi í innandurakapping í Noreg
Føroyar spældu fýra dystir og vunnu á Finnlandi og Íslandi.
Føroyska liðið (Mynd: Jákup á Borg)
2020-01-26 12:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald