2022-09-22 17:59
Heilt fitt av føroyskum fjepparum eru við í litaviska høvuðsstaðnum, har Føroyar skulu í eldin um smáar tveir tímar - klokkan 19:45 føroyska tíð.
Í Litava eru tey tveir tímar frammanfyri okkum, og dystarbyrjan er 21:45 lokala tíð og dystarlok móti midnátt.
Við á túrinum hesaferð eru millum annað formennnir í fótbóltsfeløgunum, sum á hvørjum ári eru við á einari av landsliðsferðunum.
Torben Nielsen tók myndirnar niðanfyri í Vilnius fyri løtu síðani:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald