Annað

Føroysku flogbóltskvinnur spæla ímóti Íslandi um silvur

Undan dystinum eru liðini jøvn við trimum stigum hvør, og tað merkir, at vinnarin í dag fær silvur í kappingini, tí frammanundan er mest sum greitt, at Skotland vinnur gullmerkini.

2022-05-15 12:58 Author image
Innsent
placeholder

Klokkan 18 í kvøld spæla Føroyar ímóti Íslandi í seinasta dystin í evropeisku smálandakappingini í Íslandi. Undan dystinum eru liðini jøvn við trimum stigum hvør, og tað merkir, at vinnarin í dag fær silvur í kappingini, tí frammanundan er mest sum greitt, at Skotland vinnur gullmerkini.

Dysturin sæst á Youtube-rásini hjá Íslendska Flogbóltssambandinum her.

Føroyar taptu í gjár 3-0 (18-25, 22-25, 14-25) ímóti sterka skotska liðnum, sum m.a. hevur ein leikara, sum spælir professionelt í fronsku elitu-deildini. 

Í fyrsta og triðja setti var munurin rættiliga stórur, men í øðrum setti fekk Skotland sanna mótstøðu. Eftir at Skotland leyp avstað frá 8-7 til 16-11, hálaðu Føroyar seg innaftur í settið og javnaðu til 21-21 og 22-22. Men so vann Skotland næstu tríggjar bóltarnar og settið 25-22.

Hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, fekk, hóast tapið, eyga á nógv positivt á føroyska liðnum:

- Fleiri ting hjá okkum eru eisini góð. Vit hava higartil nógv bestu móttøkuleikarar í kappingini. Jakobina Joensen er aftur framúrskarandi og er dagsins leikari hjá okkum. 

- Báðir kantarnir hjá okkum, Johanna Christiansdóttir við níggju kills og einum feili og Hilda Bolstad Mortensen við 10 kills og fýra feilum, spæla eisini ein sera góðan dyst. 

- Milja Silvansdóttir spælir eisini sín besta dyst. Ja, okkara ungu leikarar læra so øgiliga nógv av hesum dystinum. Hettar er bara byrjanin. Og vit fara at fáa nakrar sera harðar dystir í ár. Men tað er sovorðnum dystum vit hava brúk fyri. Við góðum dystum, góðari venjing og góðum innsatsi frá leikarunum, fara vit at síggja skjóta og spennandi framgongd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder