Annað

Føroysku flogbóltskvinnurnar til Íslands

Samstundis sum føroysku menninir leika EM finaluumfar í CEV-SCA kapping í Havn í døgunum 13. – 15. mai, fara føroysku kvinnurnar til Íslands at luttaka í samsvarandi kapping. Leikast skal móti Skotlandi, Írlandi og Íslandi.

Kvinnulandsliðið vann bronsu í CEV SCA-kappingini í 2019

Kvinnulandsliðið vann bronsu í CEV SCA-kappingini í 2019

2022-05-07 12:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroysku kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin 13. mai ímóti Írlandi; leygardagin er Skotland á skránni, og síðsti dysturin verður sunnudagin ímóti Íslandi.

Tá kappingin var seinast – í 2019 – vunnu Føroyar bronsu. Luksemborg, sum ikki er við hesa ferð, vann gull og Skotland silvur. Ísland, sum er vertur hesa ferð, var ikki við ta ferðina.

Hetta eru fyrstu A-landsdystir hjá føroysku kvinnunum síðan korona fór at gera um seg, og tí hava A-landsliðsvenjarin, Lars Engell, og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, valt at leggja dentin á eitt ungt lið, sum kann mynda kjarnan á føroyska landsliðnum í longri tíð.

Stórur partur av liðnum skal eftir kappingina til Eysturríkis at luttaka í U21 CEV Eurovolley undankapping, har leikast skal ímóti Eysturríki, Bulgaria og Ísrael.

Síðan skal A-landsliðið í august og september leika tríggjar heimadystir og tríggjar útidystir í CEV Eurovolley undankapping móti Rumenia, Ísrael og Kroatia.

Dystarskráin fyri CEV SCA-kappingina í Íslandi (føroyskar tíðir):

Fríggjadagin 13. mai 2022:
Kl. 18.00 Ísland – Skotland
Kl. 21:00 Føroyar – Írland

Leygardagin 14. mai 2022:
Kl. 15.00 Írland – Ísland
Kl. 18.00 Skotland – Føroyar

Sunnudagin 15. mai 2022:
Kl. 15.00 Skotland – Írland
Kl. 18.00 Ísland – Føroyar

Les eisini: Altjóða flogbóltsfinalur í Havn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder