Fótbóltur

Føroysku kvinnurnar hava risauppgávu fyri framman

Týska liðið, ið vitjar Tórsvøll í morgin, hevur sera høgt støði.

Ansy S. Jacobsen og hinar á føroyska landsliðnum skulu dystast móti krútsterka týska liðnum 
(Mynd: Sverri Egholm)

Ansy S. Jacobsen og hinar á føroyska landsliðnum skulu dystast móti krútsterka týska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-03 11:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verða tær fulltíðarprofessionellu móti amatørunum. Landsliðið, ið er við til eina undankapping fyri bert aðru ferð móti tvífaldu heimsmeistarunum. Liðið við málúrtøkuni 1-45 og null stigum móti landinum við 18 stigum og málúrttøkuni 30-3. Tað er toppur móti botni í bólki 5 í HM-undankappingini hjá kvinnum; tað eru Føroyar móti Týsklandi, ið forrestin eisini hava vunnið átta útav tíggju møguligum EM-endaspølum.

Tað er harvið ikki hissini uppgáva, ið Pætur S. Clementsen og hansara lið hava í seinasta dystinum í hesari undankappingini. Tórsvøllur er í morgin karmur um eina sanna "David móti Goliat uppgerð" - hetta er sannliga tað, ið á enskum verður rópt eitt "mismatch" 

Á føroyska liðnum eru tær tó við gott mót. Leikarar og venjarar hava tosað um menningina síðani sera truplu byrjanina seinasta heyst, har Føroyar rendu seg í nøkur alvorlig stórtap. Tað hevur eisini verið talan um greiðar ósigrar í 2018, men tað eru týðilig tekin um betring. Millum annað helt Føroyar sterka íslendska liðnum væl á Tórsvølli í apríl, har føroyska liðið eisini hevði góðar møguleikar at gera mál. Og í Kekkia tveir mánaðir seinni skoraði Milja R. Simonsen so fyrsta málið hjá Føroyum í undankappingini. 

Bitin verður stórur, og Týskland verður væntað at vinna greitt og harvið tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum. Týsku kvinnurnar hava fyrrverandi landsliðsáleyparan Horst Hrubesch við róðrið. Hann hevur staðið á odda fyri liðnum síðani mars, og var venjari hjá týska U21-landsliðnum, ið vann 3-2 á Føroyum í 2013. Liðið er fylt við einari rúgvu av sera sterkum leikarum, ið eru profilar í fremstu týsku deildini; nevnd Frauen-Bundesliga. 

Dysturin á Tórsvølli byrjar í morgin klokkan 16.00.

Hópurin hjá Føroyum til dystin:
Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála
Birita Bergsdóttir Nielsen, B68
Birna Tummasardóttir Mikkelsen, EBS/Skála
Lív Finnbogadóttir Arge, FC Nordsjælland (DEN)
Kára I. Djurhuus, EBS/Skála
Heidi Sevdal, HB
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DEN)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá Biskupstø Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, BSF (DEN)
Margunn Lindholm, EBS/Skála
Jóna Nicolajsen, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Evy á Lakjuni, KÍ
Elisabet Vang, B36
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur
Nadja Dam Johannesen, HB
Rebekka Eschen Danielsen, Forus Gausel (NOR)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder