Annað

Føroysku kvinnurnar í donskum flogbólti undir fjórðingsfinalurnar

Hanna Iansdóttir Biskupstø og Nicola Toftegaard úr Ikast KFUM og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig úr Brøndby VK eru nú liðnar við grundspælið í bestu donsku kvinnudeildini í flogbólti..

2023-03-06 12:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næst á skránni eru fjórðingsfinalurnar.

Hanna og Nicola, sum dagliga leika við Ikast KFUM endaðu um nr. 6 í grundspælinum og skulu leika fjórðingsfinalur ímóti Gentofte Volley, sum endaði sum nr. 3 í deildini. Hanna og Nicola skulu 11. mars til Gentofte og 15. mars hava tær heimadyst.

Súsanna og Brøndby VK endaðu sum nr. 5 í grundspælinum og teirra fjórðingsfinalur verður ímóti Team Køge. Team Køge endaði nr. 4 í deildlini. Hesir dystirnir verða hin 11. mars í Køge og 16. mars hevur Súsanna heimavøll.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder