
Reykjavík, Ísland (Portalurin): Klokkan 08.15 lokala tíð lendi Atlantic Airways flogfarið nærum fullfermt í Keflavík. Umborð vóru millum annað 17 føroyskir hondbóltsspælarar við leiðaratoymi, sum sunnudagin skulu royna at skriva føroyska hondbóltssøgu.
Sí eisini: Maria kemur við til Íslands
Ongantíð áður hevur eitt føroyskt gentu- ella kvinnulandslið verið í einum A-endaspæli. Hetta kann føroyska kvinnulandsliðið broyta uppá sunnudagin við at fáa stig í Íslandi.
Tað kann eisini eydnast, um so Føroyar tapa, og onnur úrslit fella okkara veg. Men føroyski hópurin skal næstu tvey samdøgrini fyrireika seg so væl sum gjørligt til avrika á høgum stigi móti Íslandi.
Hetta verður gjørt við millum annað nøkrum venjingum. Ein er nú um eina løtu seinnapartin - áðrenn og aftaná skulu spælararnir fáa hvíld á Hotel Grand. Tað er snotiliga gistingarhúsið her nær við Laugardalin.
Tað er kalt og nakað av kava kring íslendska høvuðsstaðin.
Sí myndir, sum Sverri Egholm hevur tikið:
-
Turið Arge Samuelsen og sonur Brynju Høj, Baraldur
-
-
Kalt er á flogvøllinum í Keflavík, so tað er at kvika sær inn í hitan
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Elsa Egholm og aftanfyri hómast Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald