Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar stríddu seg til EM-stig

Ongantíð hevur ein 17-17 dystur verið so vakur við føroyskum brillum. Tað vantaði hvassleiki til at avgera dystin móti Kroatia, men Føroyar gjørdu bart mót bronsuvinnarunum frá 2020.

Føroysku spælararnir fóru sum vera man beinleiðis yvir í hornið at fegnast við fantastisku føroysku áskoðarunum eftir sítt flotta avrik (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir fóru sum vera man beinleiðis yvir í hornið at fegnast við fantastisku føroysku áskoðarunum eftir sítt flotta avrik (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-01 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin):  Enn ein varði er lagaður í føroyskari hondbóltsøgu. Eins og hja monnunum kom javnleikurin í øðrum EM-dystinum - og í einum týskttalandi býi, sum byrjar við B.

Annika Fríðheim Petersen (dagsins spælari við 15 bjargingum), føroyska verjan og føroyski múrurin í horninum vóru framúr, og øll høllin helt ondini í løtum.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Føroyar kundu avgjørt hendan dystin, men man brendu ov nógv á degnum. Millum annað vóru nakrar støður við brotskøstum og skotum á stengur og yvirleggjara seinastu tíggju minuttirnar. Føroyar  

Tó var heildaravrikið ógvuliga flott og serliga í verjustøðu. Kroatia endaði við EM bronsu í 2020, men í dag vístu føroysku kvinnurnar, hvat tær eru gjørdar av. Eisini við at hanga í allar minuttirnar, har Kroatia var á odda. 

Tað endaði 17-17 í Basel - nógv meira herfrá seinni.

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
2. umfar - sunnudagin 01.12 í St. Jakobshalle
Føroyar - Kroatia 17-17 (8-9)

Dystargongdin: 

5 min: 1-2
10 min: 2-4
15 min: 4-6
20 min: 6-8
25 min: 7-8
30 min: 8-9
35 min: 10-11
40 min: 12-13
45 min: 14-15
50 min: 15-15
55 min: 17-16
60 min: 17-17

Føroysku málskjúttarnir: 
Turið Arge Samuelsen 5 mál
Jana Mittún 5 mál
Pernille Brandenborg 4 mál
Anna Eisabeth Halsdóttir Weyhe 2 mál (Tvey brotskøst)
Súna Krossteig Hansen 1 mál

Bjargingar: 
Annika Fríðheim Petersen 17 (54 prosent)
Rakul Wardum 1 (Var inni til trý brotskøst)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder