Føroysku kvinnurnar fingu í vikuskiftinum roynt seg í heimlandinum hjá venjaranum
Fyrri dysturin, sum var leygardagin endaði 28-20, meðan dysturin sunnudagin endaði 34-19. Talan var um eitt føroyskt landslið við fleiri nýggjum andlitum, og eitt lið sum fyrst og fremst skal spælast saman.
Hondbóltssambandið skrivar, at liðið spældi til tíðir væl, serliga í seinna hálvleiki í fyrra dystinum og í fyrra hálvleiki í seinna dystinum. Tó vóru fleiri løtur, har tað riggaði illa og hetta varð revsa beinanvegin av royndara íslendska liðnum, sum í fleiri førum rann føroyska liðið niður.
Føroyska kvinnulandslið skal spæla aftur í mars mánaði, tá tær tveir EM-undankappingardystir móti Ukraina, heima og úti, eru á skránni.
Leygardagin 23. november
Ísland – Føroyar 28-20
Málskjúttar: Pernille Brandenborg 5, Maria Halsdóttir Weyhe 4, Marita Mortensen 3, Marianna G. Eysteberg 3, Lív S. Poulsen 2, Kristianna H. Joensen, 2, Fríða á Dunga 1
Sunnudagin 24. november
Ísland – Føroyar 34-19
Málskjúttar: Tóra Eliasen 3, Kristianna H. Joensen 3, Martia Mortensen 2, Maria Halsdóttir Weyhe 2, Pernille Brandenborg 2, Marianna G. Eystberg 2, Lív S. Poulsen 2, Anna Brimnes 1, Ró Tova Nielsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald