Føroysku U18 genturnar í flogbólti taptu finaluna í dag í EM-undankappingini, sum hesar seinastu dagarnar hevur verið spæld í Írlandi.
Føroysku U18 genturnar løgdu fyri sum eitt óløgið í fyrsta settinum, og hildu seg frammanfyri millum 5 og 8 stig alt settið. Settið endaði við 25-17.
Í øðrum settið var heilt vent í holuni. Spælið hjá føroyska liðnum gekk ikki heilt eftir ætlan, og Ísland gjørdi færri feilir enn í fyrsta settinum. Ísland vann settið greitt við 12-25.
Triðja settið byrjaði við, at Ísland legði seg væl á odda. Føroyar kom á javnt aftur við støðuna 10-10, og so fylgdust liðini upp til 20-20. Tá fór Ísland avstað aftur og vann settið 25-21.
Í fjórða settinum legði Ísland seg skjót á odda 6-0, og Føroyar komu ongantíð veruliga uppaftur á javnt. Settið endaði 17-25.
Harvið vann Ísland EM undankappingina og Føroyar gjørdist nr. 2.
Við hesum vann føroyska liðið seg í næstu undankapping, sum verður í mars mánaði. Staðsetingin er enn ikki avgjørd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald