Í ár eru tað 40 ár síðan Fótbóltssamband Føroya varð sett á stovn. Í tí sambandi verður ein forvitnislig framsýning á Torginum í SMS frá 28. mai til 01. juni.
Á framsýningini verður gjørligt at síggja gamlar myndir frá feløgum úr øllum landinum, gamlar landsliðsdraktir o.a.
Framsýningin verður sett týsdagin 28. mai, og tað verður forsetin í FSF, Christian F. Andersen, ið setir framsýningina.
Hesar dagarnar verður eisini gjørligt at vinna atgongumerkir til landsdystirnar móti Spania og Norra, til finaluna um løgmanssteypið og somuleiðis landsliðstroyggju við at lata spurnarlepa í svarkassan á Torginum. Eisini koma fótbóltsleikarar at skriva atutografar á Torginum fríggjadagin 31. mai.
- SMS
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald