Fótbóltur

Fridrikka Clementsen aftur á íslendska vikuliðnum eftir flott mál og upplegg

Sandskvinnan gjørdi bart í sigri hjá ÍBV, sum er nummar trý í fremstu íslendsku deildini - sí støðurnar her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-22 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fridrikka Maria Clementsen skifti síðsta vetur úr HB til ÍBV í bestu íslendsku deildini. Og sandskvinnan er vorðin fastur og týðandi spælari hjá liðnum av Vestmannaoyggjunum.

Hon byrjar inni hvørjaferð og leggur fleiri og fleiri málstig afturat í spælinum.

Síðsta vikuskifti gekk tað útyvir Throttur, sum vitjaði á Vestmannaoyggjunum. Fridrikka Clementsen legði upp til 2-1 málið við framúr sending í dýbdina, og setti væl fótin á og skoraði til 3-1 stutt seinni.

Sí málini í videobrotinum ovast  - frá 1.26 - élla á Youtube

Avrikið hjá dugnaliga føroyinginum var so mikið sannførandi, at hon kom á íslendska vikuliðið.

[object Object]
Her eru vikuliðið fyri 19. umfar í "Besta deild kvenna" (Mynd: Besta Deild)

Fridrikka Clementsen var eisini á vikuliðnum fyrr í mánaðinum, tá hon skoraði móti oddaliðnum Breiðablik.

23-ára gamli miðvallarin av Sandi hevur skorað fýra mál í ár, og ÍBV liggur á 3. plássi, nú fýra umfør resta í.

ÍBV-spælarin er vanliga við landsliðnum, men Fridrikka fær frí til venjingardystirnar móti Andorra í oktober. Hon er ikki á listanum,  sum varð kunngjørdur í dag. Sum skilst verður mett, at tað er best at Fridrikka Clementsen hvílir, tí hon hevur eisini í seinastuni verið nakað darvað av knæðnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder