Fótbóltur

Sara og Kára hava fingið A-landsliðsboð fyri fyrstu ferð

17-ára gomlu Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson spæla við FC Nordsjælland og hava havt minuttir í bestu donsku deildini. Føroyar skulu spæla tveir venjingardystir í Andorra í oktober.

Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson hava mangan gjørt vart við seg fyri  Føroyar í u-landsliðshøpi. Skjótt sleppa spennandi álopskendu spælararnir at royna seg fyri A-landsliðið (Mynd: FSF)

Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson hava mangan gjørt vart við seg fyri Føroyar í u-landsliðshøpi. Skjótt sleppa spennandi álopskendu spælararnir at royna seg fyri A-landsliðið (Mynd: FSF)

2026-09-22 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið hevur fingið tveir venjingardystir á skrá í oktober - og tvær ungar og evnaríkar í hópin á fyrsta sinni.

Hetta kann staðfestast, í sambandi við at FSF boðar frá, at at Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, hevur kunngjørt nýggja hópi

Hetta til venjingardystirnar ímóti Andorra 9. og 12. oktobur. Teir verða spældir í Andorra og eru liðir í fyrireikingunum til Baltic Cup, sum verður í Estlandi seinni í ár, skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Av teimum 19 í hópinum eru 15, sum dagliga spæla í heimligu kappingini. KÍ, HB og Víkingur umboðaði - nýggju steypavinnararnir í nógv størstan mun við níggju spælarum.

Sí eisini: 17. steypagullið hjá KÍ-kvinnunum

Millum tær 19, sum eru úttiknar eru eisini tvey nýggj, tó ikki ókend, andlit: 17 ára gomlu Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen eru úttiknar til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.

Fyrrnevnda er uppvaksin í KÍ og Sara í Skála ÍF.

- Tær hava drúgvar royndir við u-landsliðnum, eitt nú umboðaðu tær Føroyar í U17 EM endaspælinum, sum var í Føroyum fjør. Tær spæla í dag við U19 hjá FC Nordsjælland og hava eisini fingið minuttir í bestu donsku deildini, staðfestir FSF.

Anna Brændstrup spælir eisini í bestu donsku deildini, meðan Teresa Jacobsen dagliga er á lærdum háskúla í USA - millum annað fyri at spæla fótbólt á høgum stigi.

Hópurin
Gunnvá Lutzen HB
Brá Zakariasardóttir HB
Óluva Allansdóttir Joensen KÍ
Birita Ryan KÍ
Durita Hummeland KÍ
Tórunn Højgaard Joensen KÍ
Eyðvør Klakstein KÍ
Sanna Svarvadal KÍ
Maria V Johansen KÍ
Heidi Sevdal KÍ
Jancy Mohr KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir Víkingur
Mona Rasmusdóttir Víkingur
Natalia Dansdóttir Olsen Víkingur
Eydna Olsen Dalheim Víkingur
Anna Carolina Brændstrup OB (Danmark)
Sara Benjaminsen FCN (Danmark)
Kára Sigurðsson FCN (Danmark)
Teresa Jacobsen ULM Warhawks (USA)

Føroyar og Andorra spæla 9. og 12. oktober

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder