Í ár 2000 vann KÍ sína fyrstu greipu á kvinnusíðuni, og hetta setti veruliga gongd á eitt gylt tíðarskeið, sum ikki hevur sæð sín líka í føroyskum fótbólti.
KÍ vann FM á fyrsta sinni í 1997, og frá 2000 til og við 2015 vunnu klaksvíkskvinnur FM á hvørjum ári. Hetta við ímyndum sum Malenu Josephsen, Rannvá Biskopstø Andreasen, Ragnu Biskopstø Andreasen og Báru Skaale Klakstein øll, ella so at siga øll, árini - umframt mongum øðrum dugnaligum, og í stóran mun lokalum spælarum.
EB/S Skála og NSÍ eru síðani komin ímillum, men annars hevur KÍ eisini vunnið nógv flest FM seinastu tíggju árini við einum nýggjum ættarliði og er á veg at tryggja eitt afturat - FM nummar 25. So nógv hevur einki vaksnamannalið vunnið í føroyskum fótbólti.
Vinnaramentanin í kvinnufótbóltinum í Klaskvík er krútsterk, og hóast tað ikki hevur gingið eins væl í steypakappingini seinastu tíggju árini, so vinnur liðið framvegis javnan hesa kappingina.
Við 3-2 sigrinum á HB leygarkvøldið, hevur KÍ nú 17 steypagull. Hetta er tíggju fleiri enn júst HB, sum er nummar tvey á listanum við 7.
![]()
Sanna Svarvadal og Birita Ryan, sum her hálvsfevnast, hava nú samanlagt vunnið níggju stór steyp
![]()
Tórunn Højgaard Joensen, Maria Vinjardsdóttir Johansen og serliga Eyðvør Klakstein hava eisini hava leiklut í nógvum steypum - sum heild stórur fagnaður á KÍ-kvinnunum eftir flottu vendina móti HB (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: KÍ vendi øllum og vann steypagull
Tað sá annars einki út á Tórsvølli hjá KÍ, sum var aftanfyri 1-0 og 2-1 men í yvirtíðini fór Birita Ryan fram og skoraði, áðrenn Durita Hummeland smekkaði flott langskot í netið til 3-2: Enn eitt dømi um vinnaramentanina og dygdirnar á KÍ-liðnum.
Video: - Helt hetta fór at vera ein slíkur dagur har einki riggar
Harvið hevur Kí samanlagt lyft steyp 40 ferðir hesa øldina, um hugt verður eftir lands- og steypakapping hjá kvinnum. Eitt ótrúliga flott tal, sum bara sær út til at vaksa.
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald