Hondbóltur

Føroyskur hondbóltur hevur flutt seg nógv

Sonni Larsen flytir av landinum í summar, men heldur – kanska – fram sum landsliðsvenjari.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-12 17:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn er avtalan ikki fallin upp á pláss. Men nógv er, sum talar fyri, at venjarin hjá manslandsliðnum í hondbólti framvegis eitur Sonni Larsen, eisini eftir at núverandi EM-undankappingin er av í summar.

Komandi kappingarár verður Sonni nevniliga ikki partur av føroysku landskappingini í hondbólti. Eftir at hava vant H71 í Hoyvík í nøkur ár, hevur hann nú valt at taka ímóti nýggjum avbjóðingum í Danmark, og skal vera hjálparvenjari hjá monnumum hjá felagnum Ajax í Keypmannahavn.

Ajax er ein av gomlu siðbundnu donsku hondbóltsfeløgunum, sum í løtuni spælir í næstbestu deildini, men hevur vónir um aftur at gera seg galdandi í toppinum av donskum hondbólti.

Vil gjarna halda fram
- Men eg interesseri meg framvegis so nógv fyri føroyskum hondbólti, at eg gjarna vil halda fram sum landsliðsvenjari. Men avtalan er ikki fallin upp á pláss enn. Nú fáa vit at síggja, um hondbóltssambandið við hava meg. Vit skulu hittast aftur til samráðingar fyrsta dagin, sigur Sonni Larsen.

Hann er sera nøgdur við framgongdina, sum hevur verið í føroyskum hondbólti seinastu árini.

- Tað hevur einki við meg at gera, men hondbólturin er vorðin nógv meira struktureraður, og tað sæst nú aftur á úrslitunum.

- Vit fingu eitt kærkomið stig, tá vit spældu javnt í Montenegro í fyrsta EM-undankappingardystinum hesaferð. Tað var eitt stig, sum vit ikki høvdu droymt um. Nú vóna vit at fáa fleiri dreyastig á kontuna, kanska longu nú móti Ukreina, ella tá vit aftur skulu møta Montenegro á ”heimavølli” í juni, sigur Sonni Larsen.

Tað er soleiðis, at fýra av londunum, sum enda á aftasta plássi, skulu spæla eina niðurflytingarkapping saman við teimum londunum í Evropa, sum ikki eru sloppin við hesaferð. Tað verður mett sum eitt gott úrslit fyri føroyska landsliðið hesaferð um tað eydnast liðnum ikki at vera millum hesi fýra.

Fáa vit tvey stig afturat, so eru vit tryggjað beinleiðis luttøku í komandi undankapping, metir Hallur Danielsen hjá Hondbóltssambandinum.

Núverandi kapping er undankapping til EM í 2020. Longu komandi vetur verður so nýggj undankapping til HM í 2021, og soleiðis gongur tað skiftivís millum EM og HM. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder