Hondbóltur

Føroyskur landsliðsleikari skiftir til Vendsyssel

Bjarta Johansen skal nú spæla á hægri støði.

Bjarta Johansen skal nú royna seg í Vendsyssel Håndbold - í næstbestu donsku deildini
(Mynd: Sverri Egholm)

Bjarta Johansen skal nú royna seg í Vendsyssel Håndbold - í næstbestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-29 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir kappingarárið í fjør gavst Bjarta Johansen í Kyndli. Dugnaligi strikuspælarin flutti niður fyri at lesa. Síðani hevur hon spælt við Aalborg HK, ið er í triðbestu donsku deildini. 

Bjarta hevur, umframt at vant í Aalborg tvær ferðir um vikuna, eisini vant við Vendsyssel Håndbold ið er størri felag og spælir í næstbestu deildini. Nú er greitt, at 25-ára gamla Bjarta Johansen skiftir frá Aalborg til Vendsyssel at spæla.

Hetta er eitt skifti, ið føroyski landsliðsleikarin fegnast um. Felagið boðar frá, at talan er um ein ørvísi strikuspælari enn tey hava í felagnum nú, og tey eru vís í at Bjarta, við sínum "fightarahjarta", fer at geva hópinum nakað gott. 

Bjarta Johansen er í løtuni við føroyska landsliðnum í Sveis, har HM-undakappingin byrjar í morgin. Hon fær møguleikan at spæla við Vendsyssel eftir nýggjár.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder