Fótbóltur

Forsetin í Liberia vil geva Arsene Wenger landsins størsta heiður

Øll eru tó ikki fegin um ætlanina.

Arsène Wenger er væl lýddur í Liberia (Mynd: Ritzau)

Arsène Wenger er væl lýddur í Liberia (Mynd: Ritzau)

2018-08-23 19:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Forsetin í Liberia, George Weah, fer fríggjadagin at heiðra tveir franskar fótbóltsvenjarar. Arsène Wenger og Claude Le Roy fáa fríggjadagin hægsta heiður í landinum.

Orsøkin til at hesir venjarar fáa heiðurin er, at teir báðir spældu ein týðandi leiklut í at forsetin í George Weah gjørdist yrkisfótbóltsleikari.

Le Roy uppdagaði Weah í 1980’unum, tá Weah spældi við einum liði í Kamerun. Venjarin setti seg síðani í samband við Arsène Wenger, sum tá var venjari í franska Monaco. Wenger fekk George Weah til Monaco. Hesin spældi seinni eisini við Paris Saint-Germain og AC Milan. Hann er enn tann dag í dag einasti afrikanski leikarin, sum hevur vunnið heiðurin hjá FIFA sum ársins leikari.

Venjararnir fáa heiðurin sum riddari.

Øll eru tó ikki fegin um hetta. Politiska mótstøðufólkið hjá Weah halda, at hesin heiður einans eigur at verða givin fólki, sum hava gjørt okkurt serstakt fyri landið, og ikki tí at hesi hava gjørt okkurt fyri forsetan persónliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder