
Um ein góðan mánað verður skjøtil settur á UEFA Nations League. Fyrsta mótstøðuliðið er Malta, sum kemur á vitjan á Tórsvølli fríggjadagin 7. september klokkan 19:45.
Meðan Tórsvøllur er undir umbygging, verður einans pláss fyri eini 3.500 áskoðarum kring vøllin. Frá týsdegnum 7. august klokkan 10:00 ber til at keypa atgongumerki til dystin móti Malta á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.
UEFA Nations League er kapping, har Føroyar koma at møta londum, sum á styrkislistanum eru mett ájavnt við føroyska liðið. Føroyar eru í bólki 3 í Deild D, og umframt Malta, skal okkara landslið eisini spæla móti Aserbadjan og Kosovo.
Vinnarin í bólkinum, skal spæla hálvfinalu móti einum øðrum bólkavinnara í Deild D, sum tilsamans telur fýra bólkar. Hálvfinaluvinnararnir møtast síðani í einari finalu, har vinnarin fer beinleiðis til EM-endaspælið í 2020, skrivar FSF á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald